28.11.2014 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar á odda fyri norðurlendska fiskivinnusamstarvinum í 2015

Fiskimálaráðið og danska Fødevareministeriet hava gjørt avtalu um, at Fiskimálaráðið skal leiða norðurlendska fiskivinnusamstarvið í 2015.

Hetta merkir, at Føroyar seta dagsskránna fyri samstarvið í 2015 og hava leiðsluna í øllum tiltøkum, sum vera í formansárinum. Saman við Grønlandi og Danmark hava Føroyar gjørt uppskot til skrá fyri 2015, sum var góðkend í embætismannanevndini fyri fiskivinnu í farnu viku.

Skráin er fjøltáttað og framsøkin, og hevur heitið “Vøkstur í bláa lívfeingisbúskapinum” . Lívfeingisbúskapur snýr seg um at fáa mest virði burtur úr lívfrøðiligum tilfeingi á burðardyggan hátt. Tað “bláa” vísir til havtilfeingið og “vøkstur” leggur dent á breiðan samfelagsbúskaparligan vøkstur í øllum tiltøkunum.

Skráin hevur ikki minni enn 12 verkætlanir, sum verða stuðlaðar av norðurlendska ráðharraráðnum við góðum 4 mió. kr. í 2015. Tann størsta verkætlanin gongur yvir trý ár og fær aðrar fýra milliónir í 2016 og 2017. Størsta tiltakið verður ein altjóða ráðstevna í Føroyum 2. og 3. juni 2015, sum hevur sama heiti sum skráin.

Arbeitt verður við at gera eina heimasíðu fyri formansskapin í 2015, sum væntandi verður tøk um hálvan desember. Meira fæst at vita á heimasíðuni seinni, men annars við at venda sær til Ásmund Guðjónsson asmundur.gudjonsson@fisk.fo ella Jákup Mørkøre, jakupmo@fisk.fo.