06.03.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar á COFI-fundi í Rom

COFI, fiskivinnunevndin hjá FAO, heldur í hesum døgum fund í Rom, har umboð fyri Føroyar luttaka.

Á fundinum hava føroysku umboðini nýtt høvið at gera vart við ætlanina um atlimaskap í FAO og at kunna um Føroyar.

Í heyst samtykti Landsstýrið, at Føroyar eiga at søkja um atlimaskap í FAO, sum er matvøru- og landbúnaðarfelagsskapurin hjá ST. Ein formlig umsókn er nú í umbúna í danska uttanríkismálaráðnum. Væntandi verður ein avgerð um føroyskan atlimaskap tikin á ráðsfundinum hjá FAO í november í ár.
Við atlimaskapi í FAO fáa Føroyar beinleiðis umboðan í øllum viðkomandi nevndum hjá FAO,  har tað serliga er arbeiðið hjá fiskivinnunevndini, ið hevur størstan áhuga. Higartil hava føroysk umboð luttikið sum partur av donsku sendinevndini á FAO-fundum um fiskivinnu og handli við fiskavørum.

COFI heldur fund annaðhvørt ár at viðgera fiskivinnusamstarvið innan FAO. Flestøll fiskivinnulond um allan heim eru umboðað í COFI, sum eisini hevur sernevndir fyri aling og handli við fiskavørum.
Tað eru Fiskimálaráðið og Løgmansskrivstovan, ið umboða Føroyar á COFI-fundinum í Rom.

Les framløguna her