Fiskivinnusamráðingar hava verið millum Føroyar og Russland í býnum Arkangelsk í gjár og fyrradagin.
Fyri árið 2009 samdust partarnir um, at russiska kvotan í føroyskum sjógvi verður hendan:
- svartkjaftur: 100.000 tons (mótvegis 120.000 tonsum í 2008)
- markrelur: 12.800 tons (mótvegis 8.700 tonsum í 2008).
Harumframt samdust partarnir um, at møguleikarnir fyri russiskari royndarveiðu á djúpum vatni við Føroyar halda fram sum undanfarnu ár.
Í russiskum sjógvi verður føroyskan kvotan í 2009:
- toskur 11.900 tons (mótvegis 10.300 tonsum í 2008)
- hýsa 1.540 tons (mótvegis 1.340 tonsum í 2008)
- flatfiskur: 900 tons (tað sama sum í 2008)
- rækjur: 1.000 tons (tað sama sum í 2008).
Partarnir eru harumframt samdir um, at samstarvið innan gransking heldur fram. Spurningurin um vinnuligt samstarv innan fiskivinnu landanna millum var eisini umrøddur.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at eitt av málunum í samráðingunum hevur verið at fingið størri føroyskan lut í toska- og hýsukvotuni í russiskum sjógvi í 2009. Samstundis var týðandi, at svartkjaftakvotan hjá russum í føroyskum sjógvi lækkaði í mun til 2008.
Broytingarnar í samlaðu kvotuni ganga báðum hesum endamálum á møti, sigur ráðharrin í stuttari viðmerking.
25. november 2008
Fiskimálaráðið