13.02.2022 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskivinnuroyndir – framløgudagur hin 25. februar í Kongshøll á Vestaru bryggju í Tórshavn.

Fiskivinnuroyndir – framløgudagur hin 25. februar í Kongshøll á Vestaru bryggju í Tórshavn.

Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi. Framløgudagurin er tó ikki fastalavintsmánadag sum vanligt, men er fluttur til fríggjadagin 25. februar. Á framløgudegnum leggja verkætlanumsitarar og -leiðarar fram og greiða frá, hvat er komið burturúr.

Framløgudagurin byrjar kl 9.00 við kaffi og onkrum undir tonnina. Byrjað verður stundisliga kl. 9.30 tá landstýrismaðurin Árni Skaale bíður vælkomin.

Síðan verður greitt stutt frá fiskivinnuroyndum. Restina av fyrrapartinum og eisini seinnapartin verða styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum sum fiskivinnuroyndir hava stuðlað.

Á middegi er døgurði har ymiskir fiskarættir verða at fáa.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til (ábit og kaffi), so vit vita frammanundan, hvussu nógv luttaka. Neyðugt er at boða frá luttøku frammanundan og í seinasta lagi týsdagin 22. feb. 2022 (kl. 12).

Tiltakið er ikki beinleiðis alment, men mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum íroknað umsiting og vinnunevnd Løgtingsins.

Plássið er avmarkað og í mesta lagi 100 kunnu luttaka.

Við fyrivarni fyri onkrari broyting er hetta skráin:

9.00      Kaffi

9.30      Árni Skaale landsstýrismaður bjóðar vælkomin

9.45      Samskiparin, Símun Grønadal greiðir stutt frá Fiskivinnuroyndum

9.50      Kanning av reyðæti, sum rennur úr Bankarennuni um veturin

10.05    Menning av reiðskapi og tøkni til vinnuligan fiskiskap eftir reyðæti í Bankarennuni

10.20    Royndarfiskiskapur eftir jomfrúhummara og tralsræss

10.35    Kaffi

10.55    Hvussu nógv verður fiskað av goggu undir Føroyum

11.10    Frystiturking av fiskavørum

11.25    Árinskanning av fiskiskapi á hótt fuglasløg

11.40    Nýggj flakamaskina, betrað úrtøka

12.00    Ábit

13.00    Stovnan av felagsskapi at taka sær av burðardygd í føroyskari fiskivinnu

13.15    Framleiðsla av uppsjóarfiski. Avbjóðingar og møguleikar fyri meirvirking

13.30    Søla av royktum uppsjóarfiski

13.45    Leikluturin hjá djóraæti í atferð hjá norðhavssild

14.00    Taskukrabbi við Føroyar

14.15    Application of environmental DNA monitoring for important demersal fish in Faroese waters

14.30     Royndir við skiljirist í fiskiskapi eftir upsa / botnfiski.



Neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 22. feb. 2022 (kl. 12).

Luttøka skal fráboðast við tilmelding. Trýst her fyri at melda til. https://www.advent.fo/projects

(halt á control og trýst við músini / ella kopiera leinkju og set í browsara)