16.02.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskivinnuroyndir – framløgudagur 24. februar 2023 í Kongshøll á Vestaru bryggju í Tórshavn

Aftur í ár verður skipað fyri framløgudegi. Framløgudagurin er tó ikki fastalavintsmánadag sum áður, men er fluttur til fríggjadagin 24. februar. Á framløgudegnum leggja verkætlanarumsitarar og leiðarar fram og greiða frá, hvat er komið burturúr.

Framløgudagurin byrjar kl 9.00 við kaffi og onkrum undir tonnina. Byrjað verður stundisliga kl. 9.30 tá landstýrismaðurin Dennis Holm bjóðar vælkomin.

Síðan verður greitt stutt frá fiskivinnuroyndum. Restina av fyrrapartinum og eisini seinnapartin verða styttri framløgur, sum hava sítt støði í verkætlanum, sum fiskivinnuroyndir hava stuðlað.

Á middegi er ábit har ymiskir fiskarættir verða at fáa.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til (ábit og kaffi), so vit vita frammanundan, hvussu nógv luttaka. Neyðugt er at boða frá luttøku frammanundan og í seinasta lagi týsdagin 21. februar 2023 klokkan 12:00.

Tiltakið er ikki beinleiðis alment, men mest ætlað fólki við áhuga fyri økinum íroknað umsiting og vinnunevnd Løgtingsins.

Plássið er avmarkað og í mesta lagi 100 kunnu luttaka.

Við fyrivarni fyri onkrari broyting er hetta skráin:

9.00      Kaffi, við onkrum afturvið

9.30      Dennis Holm, landsstýrismaður, bjóðar vælkomin

9.45      Samskiparin, Símun Grønadal greiðir stutt frá Fiskivinnuroyndum

9.50      Marknaðarkanning fyri sild og makrel

10.10    Sensorisk góðska á ísfiski

10.25    Atburður hjá fiski

10.40    Lattsaltaði IQF fløk

10.55    Bait Prosjektið

11.10    Makreltrol uttan bridlar

11.25    Føroysk hýsa til Stórabretlands

12.00    Ábit

13.00    Alt í land. Lýsa møguleikarnar og fíggjarliga partin fyri virking av høvdum, rognum og innvøli / ryggjum.

13.20    Alt í land, lýsa møguleikarnar, praktiska og fíggjarliga partin sæð frá sjónarhorninum hjá skipaeigarum

13.40    Alt í land, lýsa møguleikarnar, praktiska og fíggjarliga partin sæð frá sjónarhorninum hjá Havsbrún

14.00    Alt í land, lýsa møguleikarnar, praktiska og fíggjarliga partin sæð frá sjónarhorninum hjá FMP

14.20    Alt í land, lýsa møguleikarnar, praktiska og fíggjarliga partin sæð frá sjónarhorninum hjá landingarmiðstøðini.

14.40    Liðugt

 

Leinkja til tilmelding er niðanfyri:

Tilmelding tiltøk | Advent Management