Fiskiveiða innan loyvisskipanir og avbjóðingar fyri fiskivinnusamfeløg
Fiskimálaráðharrarnir í Grønlandi, Íslandi og Føroyum skulu hósdagin leggja fram sínar hugsanir um framtíðar fiskivinnupolitikk í Útnorðri.
Týsdagin byrjaði eitt tríggjar dagar langt seminar har fiskimálaráðharrarnir í Grønland, Íslandi og Føroyum hava góðar møguleikar at seta seg inn í, hvat granskarar, umsitarar og politikarar hugsa um rættindini til at fiska.
Hvussu skal samfelagið fáa sum mest burturúr fiskivinnuni?
Hetta er høvuðsspurningurin, tá - millum annað - umsitarar, politikarar, vinnulívsfólk og granskarar úr øllum norðurlondum hittast í útnorðuri – í íslendska Sauðarkróki 8.-9. juni og í Havn 10. juni.
Fiskimálaráðharrarnir Jacob Vestergaard úr Føroyum, Jón Bjarnason úr Íslandi og Ane Hansen úr Grønlandi, luttaka á fundunum bæði í Íslandi og í Føroyum. Seinnapartin hósdagin skulu ráðharrarnir leggja fram hugsjónirnar hjá stjórnunum um fiskivinnupolitikkin í framtíðini. Tey fáa eisini høvi at læra av fiskivinnuumsitingini hjá grannunum
Spurningurin um, hvør hevur rættindini til at veiða fisk í Útnorðri, er ovast á breddanum. Í Íslandi seta tey sjóneykuna á fiskivinnuumsitingina, meðan dagurin í Havn verður brúktur til at seta sjóneykuna á, hvussu rættindini til at fiska kunnu koma øllum samfelagnum betri til gagns.
- Vit tosa um loyvir, veiðuloyvir, kvotur og fleiri onnur heitir. Fiskivinnutjóðirnar skipa seg á ymsan hátt, men útgangsstøðið er tað sama. So, hvussu kunnu vit gagnnýta tað, sum havið gevur, á besta hátt – og tá tosa vit bæði um, hvat sum er burðardygt, og vit tosa um samfelagsbúskap, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Føroyar hava formansskapin fyri fiskivinnusamstarvinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2010.
Jacob Vestergaard sigur, at hann ynskir at fáa eitt orðaskifti um rættindini til fiskatilfeingið í havinum. Hann vísir á, at skipanirnar sum londini í Útnorðri byggja sína fiskivinnuumsiting á allar hava sama grundreglu, og tær eru skipaðar innan eina loyvisskipan.
- At øll skulu hava loyvi frítt at kunna fiska av fiskatilfeinginum er nakað sum ikki letur seg gera í dag. Krøvini eru, at tey sum luttaka í fiskiskapi, skulu hava eitt loyvi, sum er útskrivað við eini lóg sum grundarlagi. Tí fáa tey rættindir til fiskiskap sum onnur í prinsippinum ikki kunnu fáa. Talan er um eini serrættindir, leggur Jacob Vestergaard afturat.
Fiskimálaráðið, ið hevur formansskapin í 2010 fyri fiskivinnu undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, ynskir at fáa gongd á eitt orðaskifti um nøkur av teimum evnunum, sum verða viðgjørt á tríggja daga fundunum í Íslandi og Føroyum.
Jacob Vestergaard sigur, at tey serliga ynskja at fara í dýpdina við trimum spurningum:
- Hvussu kunnu loyvisskipanir (RBM – Right Based Management) tryggja, at allur samfelagsbúskapurin fær so nógv sum gjørligt burturúr rættindunum, sum fiskivinnan umsitur?
- Hvussu kann RBM forða ella avmarka, at skuldin støðugt økist í fiskivinnuni?
- Hvussu handfara vit fremmandan/útlendskan kapital í eini RBM-skipan, har ymiskar politiskar avmarkingar eru í hvørjum landi sær?
......
Fiskimálaráðið 9. juni 2010.
Meir á www.norden2010.fo
Nærri upplýsingar:
Fiskimálaráðið
og formansskapur fyri norðurlendska fiskivinnusamstarvið í 2010:
og formansskapur fyri norðurlendska fiskivinnusamstarvið í 2010:
Ulla S. Wang, ráðgevi
Tlf.: 353030
Tilmelding til: Edith Lamhauge: edith.lamhauge@fisk.fo
Útnorðurráðið
Thórður Thórarinsson, skrivari í Útnorðurráðnum
E-post: vestnordisk@althingi.is