13.02.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Fiskivinnugransking hevur framløgudag Føstulávintsmánadag
Fyrstu ferð verður í ár, 23. februar 2009, har verkætlanarumsitarar og -leiðarar greiða frá, hvat er komið burturúr teimum verkætlanum, sum eru lidnar í 2008.
Framløgan verður á Vinnuháskúlanum, Nóatúni 7.
Stutt kann sigast um skránna, at:
Fyrrapartin verður greitt frá um Granskingarkjarnurnar og tríggjar "innvøls/livra"-verkætlanir.
Seinnapartin verður greitt frá um tær verkætlanir, sum eru lidnar í 2008 og frá granskingini/verkætlanunum.
Dagurin endar við, at Lars Horn, deildarstjóri á Norges Forskningsråd kl. 16:30 heldur ein "íblástrarfyrilestur".
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, setur dagin stundisliga kl. 9:30, og Hjalti í Jákupsstovu, formaður, sigur nøkur orð sum innleiðing til seinnapartin.
Framløgurnar eru almennar.
Roknað verður serliga við, at tey sum hava luttikið í ymiskum verkætlanum ella hava fylgt við, fáa høvi at hittast, og møguleiki verður fyri at lurta, kjakast og at tosa saman.
Møguleiki er eisini hjá øðrum, sum hava serligan áhuga fyri evnunum at luttaka, men neyðugt er við tilmelding. Til ber at melda seg til alt tiltakið ella bara til fyrilesturin sum byrjar kl. 16:30.
Tiltakið er ókeypis, men plássið er avmarkað.
Tí er neyðugt at boða frá luttøku til Fiskimálaráðið, Edith, á telefon 353244 / 353030 ella umvegis t-post til edithl@fisk.fo ella fisk@fisk.fo.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipari í fiskivinnugransking, tel. 353248 ella 553248. Sí eisini www.fvg.fo.