08.12.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiveiðuavtala millum Føroyar og Grønland fyri 2008

Avtalan fevnir um somu fiskasløg sum undanfarin ár, men støðið í avtaluni hækkar tó nakað. Føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi og svartkalvakvotan hækka, og grønlendska sildakvotan frá Føroyum hækkar. Grønland fær atgongd at fiska 2.000 tons av tí svartkjaftakvotu, ið Grønland hevur fingið tillutað gjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Grønlendska botnfiskakvotan í føroyskum sjógvi lækkar.
 
Føroysk skip kunnu sambært avtaluni við Grønland í 2008 fiska 750 tons av botnfiski í grønlendskum sjógvi, harav 350 eru toskur í Eysturgrønlandi. Harumframt kunnu føroysk rækjuskip skip gera fiskiroyndir á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi. Treytirnar fyri hesi royndarveiðu hava verið tvørligar frá byrjan, so lítil møguleiki hevur verið at gagnnýtt hesar møguleikar. Undir samráðingunum samdust partarnir at broyta treytirnar, so møguleikarnir at gera royndirnar verða nú munandi betri.
 
Grønland fær tilluta 4.000 tons av norðhavssild frá Føroyum og 350 tons av botnfiski, har hjáveiðan av toski og hýsu ikki skal vera meiri enn 20%.
 
Føroyar og Grønland hava havt sínámillum fiskiveiðuavtalur síðani 1997. Partarnir ásannaðu, at hesar avtalur hava havt stóran týdning fyri partar av teirra fiskivinnu og hava birt undir, at londini hava kunnað varðveitt fjølbroytni í teirra fiskiflota.
 
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur seg vera væl nøgdan við avtaluna fyri 2008. “Eg leggi serliga dent á, at føroysk skip fáa møguleika at fiska tosk í Grønlandi, og at henda kvotan hækkar komandi ár. Ein størri toskakvota í Eysturgrønlandi gevur møguleikar fyri fjølbroyttari gagnnýtslu av veiðumøguleikunum har. Treytirnar fyri royndarveiðuni eftir rækjum hava verið tvørligar og tí fegnist eg um, at hesar nú verð broyttar, so vit veruliga fáa gagnnýtt hesar møguleikar. Umstøðurnar hjá rækjuflotanum eru ikki góðar, og tí kemur hvør bati væl við.”