Fiskiveiðisamráðingarnar millum Føroyar og Noreg slitnaðar
Umboð fyri fiskiveiðimyndugleikarnar hjá Føroyum og Noreg høvdu samráðingar í farnu viku um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2009.
Grundað á, at Noreg setti sum ófrávíkiligt krav, at Føroyar og Noreg seta og býta eina makrelkvotu í Norðurhøvum landanna millum, var ikki komið til semju um eina sínámillum fiskiveiðiavtalu.
Føroyar vístu á, at málið um at áseta eina slíka kvotu og býtið ikki var á dagsskrá til henda fundin, tí málið er ikki partur av sínámillum fiskiveiðiavtaluni.
Norska samráðingarnevndin boðaði frá, at skipanin, ið loyvir føroysku skipunum at fiska í norskum sjógvi eftir ársskiftið, hóast ongin avtala er gjørd, fer úr gildi. Grundað á hesa norsku avgerðina boðaði føroyska samráðingarleiðslan frá, at norsk skip eisini skulu úr aftur føroyskum sjógvi.
Væntandi verður fundur aftur millum Føroyar og Noreg í komandi viku.
Fiskimálaráðið, 12. januar 2009