28.09.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiveiðisamráðingar komandi vikurnar

Komandi tríggjar vikurnar verða árligu samráðingarnar um umsiting av uppsjóvarfiskastovnunum – kongafiski í Irmingarhavinum, kongafiski í Norðurhøvum, makreli, svartkjafti og norðhavssild –  fyri 2011.
Allir fundirnir verða í London.
 
Føroyar eiga, sum strandarland, part í bæði makreli, svartkjafti, norðhavssild og kongafiski, og hava hesir fiskastovnar stóran týdning fyri føroyska fiskivinnu og búskapin sum heild.
 
Samráðingarnar um umsiting av kongafiski verða 6.- 8. oktober. Hóast tingingar hava verið í fleiri ár, er enn ongin strandarlandasemja um kongafiskin í Irmingarhavinum. Fyri kongafiskin í Norðurhøvum er heldur ongin strandarlandaavtala.
 
Makrelurin verður viðgjørdur 12.- 14. oktober. Sum kunnugt er støðan viðvíkjandi makrelinum serlig í ár, tí ongin strandarlandaavtala varð gjørd fyri 2010. Umframt Føroyar, Noreg og ES luttekur Ísland eisini sum strandarland í samráðingunum, og Russland er boðið við sum eygleiðari.
 
Føroyar standa fyri samráðingunum um makrel og svartkjaft í ár. Svartkjaftur verður viðgjørdur 18. og 19. oktober. Har luttaka strandarlondini Føroyar, Ísland, ES og Noreg, umframt Russland sum eygleiðari.
 
Norðhavssildin verður viðgjørd 20. og 21. oktober. Á hesum fundinum eru øll fimm londini strandarlond – Føroyar, Ísland, ES, Russland og Noreg.
 
Við í føroysku samráðingarnevndini verða umboð fyri Fiskimálaráðið, Havstovuna, Uttanríkisráðið og Reiðarafelagið.