Hesa vikuna og í komandi viku verða samráðingar millum Føroyar og Grønland og millum Føroyar og Russland um sínámillum fiskiveiðiavtalur, umframt samráðingar millum tey fýra strandarlondini Føroyar, Noreg, ES og Ísland um makrel.
Umboð fyri Føroyar og Grønland hittast á fundi í Keypmannahavn 23. og 24. november at samráðast um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2011. Høvuðsinnihaldið í avtaluni millum Føroyar og Grønland er, at Grønland hevur kvotu av norðhavssild frá Føroyum og kann fiska eftir botnfiski í føroyskum sjógvi við einum línuskipi í upp til 60 fiskidagar. Føroysku kvoturnar í grønlendskum sjógvi eru av botnfiski í bæði Eystur- og Vesturgrønlandi.
Hósdagin 25. og fríggjadagin 26. november verða samráðingar millum tey fýra strandarlondini Føroyar, Noreg, ES og Ísland um skipan av makrelfiskiskapinum í Norðuratlantshavi fyri 2011. Fundurin verður í Oslo. Hetta er triðju ferð í heyst, at partarnir møtast. Tvey samráðingarumfør vóru í London í oktober, men tá bar ikki til at koma á mál við eini semju. Undanfarin samráðingarumfør hava verið gagnlig, men partarnir standa enn langt frá hvørjum øðrum. Tað er m.a. spurningurin um, hvussu makrelkvotan skal býtast, sum skilir partarnar.
Mánadagin 29. og týsdagin 30. november verða samráðingar millum Føroyar og Russland í Moskva um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2011. Føroyar hava árini framman undan latið Russlandi kvotur av svartkjafti og makreli ímóti kvotum av botnfiski í Barentshavinum. Samráðingarnar hesaferð verða merktar av, at heildarkvotan av svartkjafti er bert ein brøkpartur av tí, hon var fyri fáum árum síðani.
Føroyska samráðingarnevndin er mannað við embætisfólkum úr Fiskimálaráðnum, Fiskiveiðieftirlitinum og Havstovuni, umframt at vinnuumboð eisini luttaka.