14.01.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Noreg fyri 2010

Eftir samráðingar í Oslo 12.-13. januar 2010 hava Føroyar og Noreg nú skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2010. Samráðingarnar skuldu eftir ætlan hava verið í desember 2009, men vórðu útsettar orsakað av øðrum fundarvirksemi í desember.
 
Avtalan millum Føroyar og Noreg fyri 2010 fevnir um somu fiskasløg sum undanfarin ár, tó eru ymiskar broytingar í nøgdunum. Føroyska toskakvotan í Barentshavinum hækkar við 293 tonsum svarandi til 15 % og hýsukvotan við 121 tonsum svarandi til 8 %. Upsakvotan í Barentshavinum lækkar hinvegin við 375 tonsum. Samanumtikið er talan um eina lítla hækking í føroysku botnfiskakvotuni í Barentshavinum.
 
Norska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi hækkar við 15 % svarandi til 1.695 tons, ímeðan norska botnfiskakvotan í føroyskum sjógvi lækkar við umleið 200 tonsum.
 
Føroyar hava í nógv ár ført fram í samráðingunum, at Føroyar ynskja broytingar í teimum treytum, sum Noreg setur, fyri at flyta fisk úr russiskum sjógvi í norskan sjógv. Sínámillum avtalan fyri 2010 gongur hesum ynski á møti. Semja er gjørd um at broyta avtaluna soleiðis, at tað gjald, sum Føroyar lata Noreg fyri yvirføring av botnfiskakvotunum úr russiskum sjógvi í norskan sjógv verður niðurlagað yvir 3 ár.
 
Hóast eingin strandarlandaavtala er um makrelin, eru Føroyar og Noreg samd um at halda áfram við sínámillum samstarvinum um makrel. Føroyska makrelkvotan í norskum sjógvi í 2010 verður 2.000 tons, og Noreg kann á sama hátt fiska 2.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Eisini avtalan um sínámillum atgongd eftir norðhavssild og svartkjafti, sum á fyrsta sinni varð gjørd í 2009, er endurnýggjað í avtaluni fyri 2010. Føroysk skip kunnu sambært hesari avtalu fiska 30.000 tons av norðhavssild í norskum sjógvi, og norsk skip 40.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi.
 
Sum ein liður í avtaluni hava londini avtalað at møtast í februar 2010 fyri at umrøða eftirlitsskipanir og reglar av felags áhuga.