12.12.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Noreg fyri 2008

Avtalan byggir á avtaluna fyri 2007 tó við nøkrum broytingum, sum eru grundaðar á, hvussu einstakir fiskastovnar eru fyri, og áður tiknar avgerðir millum strandarlond um heildarkvotur av svartkjafti og makreli í 2008.

 

Grundað á niðurskurð í heildarkvotunum av svatkjafti og makreli, umframt norðsjóvarsild, verða kvoturnar av hesum fiskasløgum minni komandi ár.

 

Botnfiskakvoturnar hjá føroyskum skipum í Barentshavinum hækka við um 700 tonsum og tær norsku við um 200 tonsum í føroyskum sjógvi.

 

Samanlagt kunnu føroysk skip – íroknað tann partin av kvotunum frá Russlandi, sum eru fluttar í norskan sjógv – fiska 7.800 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum. Harafturat er føroyski parturin av toskakvotuni við Svalbard 845 tons og onnur botnfiskasløg har 205 tons.

 

Norska botnfiskakvotan í føroyskum sjógvi verður 5.368 tons. Av hesum er helmingurin longa og blálonga undir einum.

 

Kvoturnar av svartkjafti og makreli í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Noreg eru munandi broyttar seinastu árini, eftir at serligu avtalurnar um atgongd at fiska makrel og svartkjaft hjá hvørjum øðrum vórðu gjørdar í 2006. Hesar avtalur standa við fyri 2008.

 

Føroysk skip kunnu í 2008 fiska um 13.680 tons av makreli í norskum sjógvi og norsk skip 7.340 tons í føroyskum sjógvi. Hinvegin kunnu norsk skip fiska 46.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi og føroysk skip 23.000 tons í norskum sjógvi.

 

Harumframt lata partarnir hvørjum øðrum nakað av makrel- og svartkjaftakvotum. Hesar eru fyri 2008 broyttar í samsvari við broytingarnar í strandarlandakvotunum. Norska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2008 verður 15.060 tons.

 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður er væl nøgdur við avtaluna við Noreg. "Samanumtikið haldi eg, at hetta er ein góð avtala, sum báðir partar kunnu vera nøgdir við. Í samráðingum sum hesum mugu vit taka hædd fyri broytingum í heildarkvotum av uppsjóvarfiski og tillaga avtalurnar eftir nýggju fortreytunum. Tað hava vit gjørt á hesum sinni, samstundis sum vit hava fingið væl afturat av botnfiski í Barentshavinum", sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður um nýggju fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Noreg.

Avtalan:  Føroyar -  Noreg fyri 2008