29.11.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Grønland fyri 2011

Eftir samráðingar í Keypmannahavn 23. og 24. november hava Føroyar og Grønland skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2011.
 
Avtalan fevnir um somu fiskasløg sum undanfarin ár, og er á nakað lægri støði enn undanfarin ár. Grønlendska sildakvotan í føroyskum sjógvi verður lækkað við 600 tonsum, so hon verður 3.000 tons. Føroysku botnfiskakvoturnar í grønlendskum sjógvi verða afturímóti lækkaðar við 45 tonsum – býtt nøkulunda javnt millum svartkalva og tosk.
 
Føroysku svartkalvakvoturnar í Eysturgrønlandi og í Vesturgrønlandi í 2011 verða ávikavist 275 tons og 100 tons, og nøgdin av toski í Eysturgrønlandi verður 255 tons. Harumframt kunnu føroysk rækjuskip gera fiskiroyndir á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi avmarkað til 100 tons.
 
Grønland fær 3.000 tons av norðhavssild av føroysku strandarlandakvotuni, og eitt grønlendskt línuskip kann royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi í upp til 60 dagar. Grønland kann veiða tey 217 tonsini av svartkjafti, sum Grønland hevur fingið tillutað gjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi.
 
Føroyar og Grønland hava havt sínámillum fiskiveiðiavtalur síðani 1997. Partarnir ásannaðu, at hesar avtalur hava havt stóran týdning fyri partar av teirra fiskivinnu og hava birt undir, at londini hava kunnað varðveitt fjølbroytni í teirra fiskiflota.