20.11.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Grønland fyri 2010

Eftir samráðingar í Keypmannahavn í gjár og í dag hava Føroyar og Grønland nú skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2010.
 
Avtalan fevnir um somu fiskasløg sum undanfarin ár, og er á nakað sama støði. Grønlendska sildakvotan verður lækkað við 400 tonsum, so hon verður 3.600 tons. Føroyska toskakvotan í Eysturgrønlandi lækkar við 75 tonsum og verður 275 tons.
 
Føroysku svartkalvakvoturnar í Eysturgrønlandi og í Vesturgrønlandi verða óbroyttar – ávikavist 275 tons og 125 tons. Harumframt kunnu føroysk rækjuskip gera fiskiroyndir á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi avmarkað til 100 tons.
 
Grønland varðveitir møguleikan at fiska 2.000 tons av tí svartkjaftakvotu, ið Grønland hevur fingið tillutað gjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Eitt grønlendskt línuskip kann royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi í upp til 60 dagar.
 
Føroyar og Grønland hava havt sínámillum fiskiveiðiavtalur síðani 1997. Partarnir ásannaðu, at hesar avtalur hava havt stóran týdning fyri partar av teirra fiskivinnu og hava birt undir, at londini hava kunnað varðveitt fjølbroytni í teirra fiskiflota.