03.12.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Grønland fyri 2009
Eftir samráðingar í Keypmannahavn týsdagin hava Føroyar og Grønland skrivað undir fiskiveiðiavtalu fyri 2009.
Avtalan fevnir um somu fiskasløg sum undanfarin ár, og er á sama støði. Føroyska toskakvotan í grønlendskum sjógvi og svartkalvakvotan verða tær somu, og grønlendska sildakvotan frá Føroyum verður óbroytt. Grønland varðveitir møguleikan at fiska 2.000 tons av tí svartkjaftakvotu, ið Grønland hevur fingið tillutað gjøgnum NEAFC í føroyskum sjógvi. Grønlendska botnfiskakvotan í føroyskum sjógvi verður umskipað til í staðin at fevna um fiskidagar.
Føroysk skip kunnu sambært avtaluni við Grønland í 2009 framhaldandi fiska 750 tons av botnfiski í grønlendskum sjógvi, harav 350 tons er toskur í Eysturgrønlandi. Harumframt kunnu føroysk rækjuskip skip gera fiskiroyndir á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi avmarkað til 100 tons.
Grønland fær tillutað 4.000 tons av norðhavssild frá Føroyum og kunnu royna við einum línuskipi í føroyskum sjógvi – tó ikki í fleiri enn 60 dagar.
Føroyar og Grønland hava havt sínámillum fiskiveiðiavtalur síðani 1997. Partarnir ásannaðu, at hesar avtalur hava havt stóran týdning fyri partar av teirra fiskivinnu og hava birt undir, at londini hava kunnað varðveitt fjølbroytni í teirra fiskiflota.
Fiskimálaráðið 3. desember 2008