Føroyar og ES hava 15. januar undirskrivað fiskiveiðiavtalu fyri 2010. Samráðingarnar vóru í Brússel hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku.
Sambært avtaluni kunnu føroysk skip m.a. fara til fiskiskap eftir svartkjafti, makreli, nebbasild og rossamakreli í ES sjógvi og eftir rækjum, svartkalva og kongafiski í grønlendskum sjógvi. ES skip kunnu fiska botnfisk, makrel og svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Samráðingarnar vóru merktar av, at vísindaligu tilmælini fyri makrel og svartkjaft eru, at fiskiskapurin skal vera minni í 2010 enn í 2009. Tí vórðu nakrar lækkingar í hesum kvotunum hjá báðum pørtunum. Harumframt verður serliga kvotan hjá ES skipum at fiska blálongu íroknað stinglaks og langasporl skorin við 365 tonsum. Føroyska rækjukvotan í grønlendskum sjógvi verður framhaldandi 1.335 tons, svartkalvi 225 tons, meðan kongafiskakvotan fer úr 200 upp í 385 tons.
Árliga avtalan um sínámillum atgongd at fiska svartkjaft varð eisini endurnýggjað. Tó soleiðis, at atgongdin varð skorin við 30% hjá báðum pørtum. Føroyar hava í 2010 atgongd at fiska 14.000 tons av svartkjafti í ES sjógvi. Harafturat kemur kvotan av svartkjafti, sum Føroyar hava í ES sjógvi.
Partarnir umrøddu eisini viðurskifti viðvíkjandi fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, kongafiski í Irmingarhavinum og búrfiski.
Føroysk skip kunnu byrja fiskiskap í ES sjógvi og grønlendskum sjógvi, tá endaligu góðkenningarnar av teimum einstøku skipunum fyri 2010 eru avgreiddar av myndugleikunum í Brússel.