12.03.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiveiðiavtala millum Føroya og Ísland

Samráðingar millum Føroyar og Ísland vóru í Tórshavn fríggjadagin 9. mars 2012, og komu landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og íslendski starvsbróðir hansara, Steingrímur J. Sigfússon, ásamt um sínámillum fiskiveiðirættindini millum Føroyar og Ísland fyri 2012.

 

Avtalan verður á sama støði sum í 2011. Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður framhaldandi 5.600 tons tilsamans. Toskakvotan verður 1.200 tons, sum er tað sama sum undanfarin ár. Føroysk skip kundu í 2011 fiska 40 tons beinleiðis eftir kalva í íslendskum sjógvi sum ein part av heildarkvotuni 5.600 tons. Kalvin í íslendskum sjógvi er illa fyri, og tí hevur Ísland tikið avgerð um at banna beinleiðis veiðu eftir kalva.

 

Skipanin fyri føroyska lodnufiskiskapin komandi vertíð verður tann sama, sum hevur verið galdandi seinastu árini. Føroyska lodnukvotan fyri vertíðina 2012/2013 verður sostatt 30.000 tons, um heildarkvotan verður 500.000 tons ella meir. Verður heildarkvotan minni, verður føroyska kvotan 5% av heildarkvotuni. Føroysk skip kunnu virka 2/3 av kvotuni til matna, men eftir 15. februar avmarkað til 1/3. Er kvotan undir 500.000 tons, kunnu ¾ tilsamans virkast til matna, men tó ikki meir enn 1/3 eftir 15. februar.

 

Føroyar hava í fleiri ár gjørt vart við sína misnøgd um, at Ísland setir treytir fyri, hvussu føroysk skip gagnnýta sína kvotu – antin til framleiðslu til matna umborð ella til framleiðslu til matna aðrastaðni enn í Íslandi. Eftir føroyskum tykki er hetta eisini í stríð við Hoyvíkssáttmálan og semjur gjørdar í tí sambandi.

 

Tað eydnaðist kortini ikki at koma til eina niðurstøðu, sum gongur føroysku sjónarmiðunum á møti. Føroyar boðaðu tí frá, at Føroyar framhaldandi fara at taka hetta málið upp aftur í okkara samskifti við Ísland.

 

Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi í 2012 verður framhaldandi 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður eisini óbroytt 2.000 tons.

 

Semja var um at halda fram við skipanunum um, at skipini fáa atgongd at fiska ávikavist norðhavssild og svartkjaft hvør hjá øðrum. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.

 

Ráðharrarnir umrøddu eisini onnur mál av felags áhuga, m.a. strandarlandasamráðingarnar um makrel. Ráðharrarnir kunnaðu hvønn annan um støðuna hjá hvørjum landi í makrelmálinum og umrøddu støðuna serliga við atliti at, at ongin strandarlandaavtala fekst í lag fyri 2012.

 

Málið viðvíkjandi kongafiskinum í Irmingarhavinum varð umrøtt. Partarnir fegnaðust um, at ein semja var fingin í 2011 millum strandarlondini (Ísland, Føroyar og Grønland) og við Noreg og ES, men harmaðust um, at Russland ikki er sinnað at koma við í semjuna.

 

Gongdin í samráðingunum um svartkalvan millum Føroyar, Ísland og Grønland varð umrødd. Samráðingarnar hava ligið stillar síðani 2008, men verða nú tiknar uppaftur. Ráðharrarnir vóru á einum máli um, at tað er tørvur á at koma til eina semju millum partarnar, so fiskiskapurin eftir svartkalva kemur undir eina skipan, ið tryggjar burðardygga gagnnýtslu.