16.01.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiveiðiavtala gjørd millum Føroyar og Ísland

Fiskiveiðiavtala gjørd millum Føroyar og Ísland

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og íslendski starvsbróðir hansara, Einar K. Guðfinnsson, komu í gjár ásamt um, at sínámillum fiskiveiðirættindini fyri 2009 verða á sama støði sum í 2008, samstundis sum treytirnar hjá føroyskum skipum at virka lodnu til matna verða gjørdar lagaligari.

 

Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi verður framhaldandi 5.600 tons tilsamans. Toskakvotan verður 1.200 tons, sum er tað sama sum undanfarin ár, og kalvaveiðan verður avmarkað til 45 tons eins og í 2008.

 

Semja var um, at í 2009 halda skipanirnar fram, sum hava verið í gildi fyri uppsjóvarfiskiskapin. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur av norðhavssild og svartkjafti í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.

 

Føroyska lodnukvotan fyri vertíðina 2009/2010 verður 30.000 tons, um heildarkvotan av lodnu verður 500.000 tons ella meir. Verður heildarkvotan minni, verður føroyska kvotan 5%. Føroysk skip kunnu virka 2/3 av kvotuni til matna, men eftir 15. februar avmarkað til 1/3. Er kvotan undir 500.000 tons, kunnu 3/4 tilsamans virkast til matna, men tó ikki meir enn 1/3 eftir 15. februar.

 

Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi verður óbroytt 1.300 tons, og kvotan av aðrari sild enn norðhavssild verður óbroytt 2.000 tons.

 

Avmarkingarnar, sum Ísland setir føroyskum skipum at virka lodnu til matna, eru eftir føroyskum tykki ógrundaðar, og hava Føroyar seinastu árini støðugt roynt at fingið tær strikaðar. Verandi skipan er frá samráðingunum í 2007.

 

Partarnir ásannaðu, at í 2007 vórðu munandi stig tikin fram ímóti at loysa ósemjuna um forðingarnar fyri virking av lodnu, sum Ísland setir føroyskum skipum.

 

Frá føroyskari síðu varð ført fram, at tíðin nú er komin, at tær seinastu avmarkingarnar eisini verða strikaðar. Í hesum sambandi varð eisini víst til Hoyvíkssáttmálan, har partarnir eru samdir um at strika kappingaravlagandi ásetingar landanna millum.

 

Íslendska sjónarmiðið var harafturímóti, at tá so munandi broytingar vórðu gjørdar í 2007, er tað tí ikki grundarlag fyri aftur nú at gera broytingar.

 

Eftir orðaskifti aftur og fram varð avtalað, at skipanin verður broytt, so ístaðin fyri avmarkingina upp á 2/3, ið kunnu virkast til matna, verður avmarkingin 3/4, um lodnukvotan tilsamans er minni enn 500.000 tons.

 

Eftir ynski frá Íslandi varð avgjørt at hava ein fund millum partarnar at viðgera mál, sum viðvíkja eftirliti við føroyskum skipum í íslendskum sjógvi og íslendskum skipum í føroyskum sjógvi.

 

Partarnir umrøddu eisini onnur mál av felags áhuga, m.a. strandarlandasamráðingarnar og fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum.