Íslendskir myndugleikar hava tikið avgerð um aftur at loyva fiskiskapi eftir lodnu. Avgerð er tikin um at áseta heildarkvotuna til 157.143 tons. Sambært avtalu millum Føroyar og Ísland eiga Føroyar 5% av heildarkvotuni, so føroyska kvotan verður nú 7.857 tons.
Undan banninum var heildarkvotan ásett at vera 205.000 tons og føroyski parturin 10.250 tons.
Fyri eini viku síðani settu íslendskir myndugleikar bann fyri fiskiskapi eftir lodnu, tí stovnurin var hildin ikki at vera oman fyri ta stødd, sum skal tryggja nøktandi gýting og harvið tilgongd til stovnin komandi árini. Avgerðin varð tikin við støði í kanningum við fiskirannsóknarskipum, sum við jøvnum millumbilum hava fylgt lodnustovninum í vetur. Ísland hevur sum mál, at minst 400.000 tons av lodnu skulu gýta, men kanningarnar vístu, at stovnurin var væl minni enn tað.
Síðani bannið varð sett í seinastu viku, hava kanningar framhaldandi verið gjørdar at meta um stovnin. Staðfest er nú, at grundarlag er fyri fiskiskapi. Tí hevur íslendski fiskimálaráðharrin tikið avgerð um at seta heildarkvotuna til 157.143 tons.
Í fráboðanini frá íslendska Fiskimálaráðnum verður sagt, at fiskirannsóknarskip komandi tíðina fara at fylgja stovninum og gera metingar um stovnin. Tí kann tað eisini vera, at ásetta kvotan enn einaferð verður endurskoðað.