16.12.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiskapurin eftir hummara í 2011

Skipanin í fiskiskapinum eftir hummara verður nú broytt soleiðis, at bátar kunnu byrja longu 1. januar 2011 og royna alt árið.
 
Undanfarin ár hevur hummaratíðin verið frá apríl til november.
 
Broytingin verður gjørd, tí at áheitanir oftani koma frá hummarabátum um at broyta tíðarskeiðið ella um at sleppa at royna eftir hummara uttan fyri ásettu vertíðina.
 
Fiskimálaráðið hevur tí endurskoðað skipanina, so loyvt er at fiska hummara alt árið. Við hesum kunnu bátarnir sjálvir gera av, nær á árinum teir royna eftir hummara. 
 
Av tí, at hummaraveiðan eigur at fylgja fiskiárinum, sum er frá 1. september til 31. august, verður tíðarskeiðið í 2011 fyrst sett fram til 31. august. Nýtt tíðarskeið tekur við 1. september og gongur fram til 31. august 2012.
 
Tey, sum hava havt hummaraloyvi undanfarin ár, og ætla sær at royna aftur í 2011, skulu skrivliga søkja Fiskimálaráðið um hummaraloyvi.