Vertíðin fyri hummara verður í ár frá 6. apríl til 6. november.
Tey, sum hava havt hummaraloyvi undanfarin ár, og ætla sær at royna aftur í ár, skulu skrivliga søkja Fiskimálaráðið um fiskiloyvi.
Hummaraloyvi hava seinastu árini verið latin til fiskiskap á leiðunum sunnan fyri Streymin, Kollafjørður, Kaldbaksfjørður, Tangafjørður Skálafjørður og Funningsfjørður, norðan fyri Streymin, Hvannasund, Árnafjørður og í Haraldssundi. Fiskiskapurin er skipaður við kvotum og avmarkingum í rúsutali, minsta meskastødd og minstamát á hummara.
Hummaraveiðan við Føroyar tók seg upp eftir seinna heimsbardaga. Fyrstu árini royndu deksbátar við troli, men síðani 1980 hevur bert verið loyvt at royna við rúsum.
Hummarin við Føroyar heldur til á mórubotni, sum er egnaður at grava holur í. Við Føroyar er slíkur botnur so at siga bert norðanfjørðs. Hummari er tó eisini fingin longri úti á landgrunninum, t.d. á Skeivabanka.
Hummaraveiðan hevur hesi árini verið millum 30 og 100 tons um árið. Í fjør vórðu fiskað 56 tons.