26.03.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiskapur eftir hummara í 2009

Fiskiskapur eftir hummara í 2009

Vertíðin fyri hummara verður í ár frá 6. apríl til 6. november. Bátar, sum hava havt hummaraloyvi undanfarin ár, og ætla sær at royna aftur í ár, skulu skrivliga søkja Fiskimálaráðið um fiskiloyvi. 

Fiskiskapurin eftir hummara við Føroyar tók seg upp eftir seinna heimsbardaga. Fyrstu árini royndu deksbátar við troli, men síðani 1980 hevur bert verið loyvt at royna við rúsum.
 
Fiskiskapurin er skipaður við fastari vertíð, kvotum, fiskiloyvum, loyvdum tali av rúsum, minsta meskastødd og minstamáti.
 
Hummaraloyvi verða latin til fiskiskap á leiðunum sunnan fyri Streymin, Kollafjørð, Kalbaksfjørð, Tangafjørð og Skálafjørð, Funningsfjørð, norðan fyri Streymin, Hvannasund, Árnafjørð og norðan fyri byrgingina um Haraldssund.
 
Hummarin við Føroyar er ein serføroyskur stovnur og heldur til á mórubotni, sum er egnaður at grava holur í. Við Føroyar er slíkur botnur so at siga bert norðanfjørðs. Hummari er tó eisini fingin longri úti á landgrunninum, t.d. á Skeivabanka.
 
Í fiskiskapinum við rúsum hevur veiðan ligið millum 30 og 100 tons árliga, í miðal um 60 tons.