22.06.2010 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskiskapur á Føroya Banka í summar

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt av at loyva útróðrarbátum í bólki 5 at royna á Føroya Banka í summar.
 
Føroya Banki hevur seinastu tvey árini verið stongdur fyri øllum fiskiskapi.
 
Løgtingið broytti tó í august í fjør lógina soleiðis, at landsstýrismaðurin kann loyva tíðaravmarkaðari veiði við snellu, snøri ella tráðu á Føroya Banka. 
 
Eftir kunngerðini, sum nú er lýst, kunnu útróðrarbátar undir 15 tons, sum hava loyvi at fiska á landgrunninum, royna á Bankanum innan fyri eitt samlað dagatal upp á 100 fiskidagar til og við 31. august 2010.
 
Bátar, sum ætla sær á Føroya Banka, skulu søkja Fiskimálaráðið um fiskiloyvi.