16.06.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskirannsóknarstovan hevur nú latið landsstýrismanninum sítt tilmæli

Nøkur av punktunum í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni eru hesi:
 
 
 Tal av fiskidøgum í mun til fiskiárið 2007/2008:
 
·        Bólkur 2: Fiskidagarnir lækka við 20%
·        Bólkur 3: Fiskidagarnir lækka við 50%
·        Bólkur 4: Fiskidagarnir lækka við 50%
·        Bólkur 5: Fiskidagarnir lækka við 50%
 
Friðingar:
 
·        Ongin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur innan fyri 3 fjórðingar.
·        Talið av friðaðum økjum í sambandi við smáfisk verður økt.
·        Fleiri øki verða stongd fyri trolveiðu.
·        Føroya Banki verður stongdur fyri allari veiðu.
 
Hjáveiða:
 
·        Heildarveiðan hjá fiskiskipum uttanfyri fiskidagaskipan eftir toski og hýsu verður í mesta lagi 3%.
 
Reiðskapur:
 
·        Meskastøddin í hjáveiðiposanum hjá trolarum í bólki 4T verður økt til 250 mm.