Nevndin, sum Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, setti at greina broytingar í fiskiorkuni, er nú liðug við sítt arbeiði.
Á stuttari samkomu í Fiski- og tilfeingismálaráðnum í dag, handaði formaðurin í nevndini - Kjartan Hoydal – landsstýrismanninum frágreiðingina.
Landsstýrismaðurin sigur, at frágreiðingin verður týðandi tilfar í arbeiðinum í komandi tíðum, millum annað, tá uppskotið um áseting av fiskidøgum fyri fiskiárið 2008/2009 skal gerast.
Í nevndini sótu:
Kjartan Hoydal, formaður
Bjarti Thomsen
Hertha Olsen
Sunniva Joensen
Absalon í Buð
Dánjal Jacobsen
Atli Gregersen
Skrivari í nevndini var Helgi Jacobsen.