Fiskimálaráðið hevur gjørt av at fara undir samráðingar við skipasmiðjuna MEST um at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip.
Heitt var á fimm skipasmiðjur um at lata tilboð um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi. Tá freistin var farin at lata tilboð inn, høvdu tríggjar skipasmiðjur latið inn tilboð.
Í eftirkanningini av innkomnu tilboðunum var staðfest, at lægsta boðið frá Skipasmiðjuni SIMEK í Noreg ikki uppfylti spesifikasjónskrøvini. Skipasmiðjan hevur boðað frá, at um øll krøvini í spesifikatiónunum skulu uppfyllast, fer tað at hava við sær týðandi meirkostnað, og at tilboðsprísurin ikki longur stendur við. Bygginevndin hevur tí mælt landsstýrismanninum til at fara undir samráðingar við næsta tilboðsgeva í staðin, sum er skipasmiðjan MEST.
Samráðingarnar við MEST eru treytaðar av, at Løgtingið er sinnað at hækka játtanina í verklagslógini úr teimum upprunaligu 215 mió. kr.
Tilboðið frá MEST var 264,1 mió. kr.
Málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið undirtøku fyri at bera uppskot í Løgtingið um at hækka játtanina í verklagslógini.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar við skipasmiðjur í grannalondunum. Hann fegnast eisini um, at loksins verður eitt nýtt havrannsóknarskip bygt, sum kann avloysa Magnus Heinason, ið hevur tænt fyri seg. Nýggja skipið verður minni enn havrannsóknarskip vanliga eru, men er tøkniliga á støði við skipini, sum grannalond okkara brúka til havrannsóknir. Málið hevur alla tíðina verið, at nýggja skipið ikki skal vera dýrari at reka enn Magnus Heinason. Hetta mál er rokkið. Nýggja skipið kemur at hava sama manningartal, og við somu sigliferð brennir nýggja skipið væl minni enn Magnus Heinason, hóast skipið hevur væl størri motororku.
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður í fiskivinnumálum