Høgni Hoydal og Michael Gove eru samdir um at virka fyri einum tøttum samstarvi millum Føroyar og Bretland.
Framløgur og fundir hava verið í dag umborð á uppsjóvarskipinum Høgbergi, har føroyska fiskivinnuskipanin var grundleggjandi viðgjørd eins og høvuðstættirnir í nýskipanini, sum er til politiska viðgerð. Umborð á Høgabergi hitti Michael Gove bæði skiparan, manning og umboð fyri Føroya Reiðarafelag.
Síðani var hildið fram við at umrøða fleiri týdningarmikil mál við ein miðmála á Gamla Hotellinum í Miðvági.
Fiskimálaráðharrarnir báðir vóru á einum máli um, at tá ið Bretland verður eitt sjálvstøðugt strandarland fer tað at skapa nýggjar møguleikar fyri framtíðar samstarvi millum londini bæði. Í framtíðar strandarlandasemjum verður Bretland nýggjur partur. Eisini fara Føroyar og Bretland undir at gera nýggja semju um fiskirættindini hvør hjá øðrum, nú fiskirættindasáttmálin millum Føroyar og ES ikki longur fer at fevna um bretskan sjógv.
“Slíkar vitjanir sum hendan, har fiskimálaráðharrar úr øðrum londum vitja Føroyar eru sera avgerandi fyri føroysk áhugamál og kunnu eisini vera við til at loysa onnur mál av týdningi fyri Føroyar” sigur Høgni Hoydal.
Áðrenn bretski fiskimálaráðharrin fór av landinum aftur nú seinnapartin vitjaði hann eisini Krígssavnið.