24.07.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskidagarnir komandi fiskiár

Á formligum landsstýrisfundi í morgun varð samtykt at leggja uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap fyri Løgtingið, sum fevnir um at broyta fiskidagatalið fyri fiskiárið 2009/10 eins og at víðka um lógarásettu økisfriðingarnar.

Skotið verður upp, at fiskidagatalið fyri komandi fiskiár 2009/10 verður lækkað við 5 prosentum, samanborið við fiskiárið 2008/09. Landsstýrismaðurin metir, at tað ikki er møguligt at fremja størri skerjingar enn hesar, tí avleiðingarnar fyri flotan og virksemið kring landið vera ógvusligar við hægri skerjingum. 

Í øðrum lagi verður skotið upp at víðka um lógarásettu økisfriðingarnar fyri at minka veiðuna eftir smáum upsa.

Friðingin á Føroya Banka heldur fram, tó so, at skotið verður upp at loyva avmarkaðari snelluveiðu á Bankanum.

Harumframt eru ætlanir at gera aðrar broytingar í økisfriðingum, ásettar í kunngerð, ið allar hava til endamáls at verja toskin og hýsuna. Ætlandi verður øll línuveiða innan fyri 1 fjórðing bannað, eins og at markið hjá stórum línuskipum verður flutt úr 6 fjórðingum út á 7,5 fjórðingar.

Reglurnar fyri trolbátarnar, ið royna innan fyri 12 fjórðingar verða broyttar. Meskavíddin í hjáveiðiposanum verður hækkað úr 180 mm til 250 mm.

Vísandi til orðingina í samgonguskjalinum um, at brúksskyldur skulu fylgja við brúksrættinum til fiskatilfeingið, kann vera lagt afturat, at landsstýrismaðurin hevur sett arbeiði í gongd fyri at útgreina, hvussu ein skipan við brúksskyldu til fiskirættindi kann setast í verk. Hetta hevur eisini týdning fyri fiskidagaskipanina, har tað í summum bólkum eru fiskifør, ið ikki gagnnýta tillutaðar dagar, samstundis sum onnur fiskifør hava trot á døgum.