Trolarar í bólki 2 fáa fimm prosent fleiri fiskidagar næsta ár. Hinir bólkarnir - línuskip, trolbátar og útróðrarbátar - fáa fimm prosent færri dagar.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur sent uppskot til kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2022 til hoyringar.
Tá landsstýrismaðurin ásetir fiskidagatal, skal hann halda seg til ta umsitingarætlan, sum ein arbeiðsbólkur legði lunnar undir í mai 2019, og sum landsstýrið seinni tók undir við. Henda umsitingarætlan varð fyrstu ferð brúkt, tá fiskidagar vórðu settir fyri 2021.
Eftir umsitingarætlanini kunnu fiskidagarnir antin vera fimm prosent fleiri ella fimm prosent færri. Teir kunnu eisini vera óbroyttir. Dagatalið verður stillað alt eftir, hvussu fiskastovnarnir eru fyri, og hvussu royndin er.
Landsstýrismaðurin hevur fingið tilmæli frá Havstovuni um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa komandi ár. Út frá hesum og eftir umsitingarætlanini fáa trolarar í bólki 2 fimm prosent fleiri fiskidagar. Fiskidagarnir hjá línuskipum, trolbátum og útróðrarbátum verða hinvegin fimm prosent færri í 2022.
Í kunngerðini, sum landsstýrismaðurin nú hevur sent til hoyringar, eru eisini reglur um, hvar og hvussu fiskidagar kunnu brúkast, reglur um at flyta óbrúktar dagar til 2022 og forboð at virka veiðu umborð.
Uppskotið til kunngerð um fiskidagadagar í 2022 sæst her.
Hoyringarfreistin er fríggjadagin 17. desember 2021.