Trolarar í bólki 2 fáa fimm prosent fleiri fiskidagar næsta ár. Fiskidagarnir hjá bólki 3-5, sum eru línuskip, trolbátar og útróðarbátar, verða skerdir við fimm prosentum.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, fer at lýsa kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2021 við hesum broytingum í dagatølunum.
Sjófeingislógin er broytt soleiðis, at nú er tað landsstýrismaðurin, sum við kunngerð ásetir árligu fiskidagarnar. Higartil hevur tað verið Løgtingið sum hevur gjørt tað við lóg.
Eftir nýggju mannagongdini skal landsstýrismaðurin halda seg til eina veiðireglu, tá hann ásetir fiskidagar. Veiðireglan skal stuðla undir, at fiskiskapurin eftir toski, hýsu og upsa undir fiskidagaskipanini er burðardyggur.
Um tað eftir veiðiregluni gerst neyðugt at stilla talið á fiskidøgum, verður tað við fimm prosentum hvønn veg. Hetta merkir, at fiskidagarnir kunnu minkast fimm prosent, verða óbroyttir, ella økjast fimm prosent.
Í tilmælinum vísir Havstovan á, at upsastovnurin er oman fyri lágmarkið í veiðiregluni, eins og royndin er minni enn ásetta markið. Tí skal dagatalið hjá bólki 2, trolarar, hækka við fimm prosentum.
Metingin hjá Havstovuni viðvíkjandi toskastovninum er, at hann er undir lágmarkinum. Veiðireglan sigur, at tá gýtingarstovnurin av antin toski ella hýsu er undir ásett lágmark, skal dagatalið hjá bólkunum 3-5 lækka við fimm prosentum. Tí verður fiskidagatalið hjá hesum bólkum stillað samsvarandi.
Í kunngerðini, sum landsstýrismaðurin nú fer at lýsa, eru eisini reglur um, hvar og hvussu fiskidagar kunnu brúkast, reglur um at flyta óbrúktar dagar til 2021 og forboð at virka veiðu umborð.