23.06.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Fiskidaganevndin hevur latið landsstýrismanninum tilmæli fyri fiskiárið 2008/2009
Formaðurin í fiskidaganevndini, Óli Samró, handaði landsstýrismanninum, Tórbjørn Jacobsen, tilmælið fríggjadagin 20. juni 2008.
Í spurninginum um talið av fiskidøgum fyri 2008/2009 hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.
Meirilutin í nevndini mælir til, at sama fiskidagatal, sum fyri 2007/2008, verður ásett fyri allar bólkar komandi fiskiár.
Ein minniluti metir, at fiskidagatalið fyri bólk 2 eigur at verða lækkað við 10 %-um.
Annar minniluti metir, at dagatalið fyri bólk 3, 4AB og 5 eigur at lækkast við 20-25 %-um.