17.03.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Fiski- og tilfeingismálaráðið lagt 5 lógaruppskot fyri Tingið
Løgtingsmál nr. 143/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um manning av skipum
Tørvurin á útbúnum maskinmonnum er øktur nógv seinastu árini. Til tess at gera eina smidliga skipan fyri miðalstóru føroysku fiskiskipini, ið fiska í føroyskum sjóøki, eiga krøvini til maskinmenn at verða broytt (lækkað). Tað merkir somuleiðis, at tað ikki verður neyðugt at lata undantaksloyvi í sama mun sum áður. Mett verður, at skipini í dag eru maskintøkniliga so væl útgjørd, at hesar slakingar í førleikakrøvunum ikki eru ein slaking í trygdini sum heild.
Løgtingsmál nr. 144/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT)
Fyri at fyribyrgja brot á reglur um bjargingarútgerð, og harvið betra um trygdina hjá manningini, eigur at vera heimild til at viðgera slík brot við fyrisitingarligum sektaruppskoti. Á tann hátt kann málið avgreiðast skjótt á staðnum.
Við hesum uppskoti fær Fiskiveiðieftirlitið heimild til at seta fram sektaruppskot fyri brot á reglurnar um bjargingarútgerð.
Løgtingsmál nr. 152/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Fiskifør og fiskaflutningsfør hava í dag ikki skyldu at hava nakran leytara til eftirlitsfólk. Tann einasti leytarin, sum kravdur er, er ætlaður loðsum at ganga í og er bert kravdur, um førini sigla í økjum, har loðsur er kravdur.
Endamálið við hesi lógarbroyting er at áseta eina skyldu hjá øllum fiskiførum og fiskaflutningsførum av hava umborð leytara til nýtslu hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Harumframt er endamálið við broytingini at veita heimild til at rættarsøkja før, sum ikki hava hesa útgerð í forsvarligum standi, eisini í teimum førum, tá loðsur ikki er kravdur.
Løgtingsmál nr. 157/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið fyrispurning frá fútanum um at gera eina broyting í lógini um trygd á sjónum, soleiðis at heimilað verður, at revsimálini verða framd sum politimál (revsiprosessuell áseting).
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið fyrispurning frá fútanum um at gera eina broyting í lógini um trygd á sjónum, soleiðis at heimilað verður, at revsimálini verða framd sum politimál (revsiprosessuell áseting).
Fútin hevur áður gjørt Føroya Landsstýri vart við vantandi heimildina at fremja málini sum politimál.
Løgtingsmál nr. 171/2007: Uppskot til løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum
Fyri at halda eitt støðugt leitivirksemi er vanligt at hava útbjóðingarumfør við jøvnum millumbilum. Út frá tí arbeiði, sum gjørt er á landgrunninum, og teimum møguleikum, sum eru fyri at gera lønandi fund, metir Jarðfeingi, at tíðin er komin at seta sjøtul á 3. útbjóðingarumfar.