07.11.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Feilur hjá ICES merkir hægri kvota av norðhavssild í 2008
Komið er fram, at ein feilur hevur verið í framskrivingum um norðhavssild, sum ICES hevur brúkt í síni ráðgevingini fyri 2008.
Hetta hevur við sær, at sambært avtalaða veiðusetninginum fyri felags umsiting av norðhavssildini, eigur heildarkvotan fyri 2008 at vera sløk 20% hægri enn tey 1,266 mió tonsini, ið strandarlondini (Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland) samdust um síðstu viku í London
Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, harmast um, at ein slíkur tekniskur feilur ikki hevur verið funnin, áðrenn ICES letur ráðgevingina frá sær, sum strandarlondini síðan hava grundað sína semju um.
“Vit hava sjálvsagt álit á ICES at ráðgeva okkum í umsiting av okkara felags fiskastovnum í norðuratlantshavinum og tekniskir feilar kunnu koma fyri hjá øllum. Men um vit skulu leggja okkum eftir at fylgja ásetingum í einum veiðusetningi so neyvt, sum vit hava gjørt fyri norðhavssild, so hevur tað alstóran týdning, at vit samstundis kunnu hava fult álit á, at grundarlagið undir framskrivingunum er í lagi. Tí vóni eg at øll neyðug stig verða tikin innan ICES til at tryggja, at slíkt ikki endurtekur seg.“
Bjørn Kalsø heldur, at strandarlondini í hesum førum eiga at laga sína gjørdu avtalu um til rættaðu ráðgevingina hjá ICES uttan at samráðast av nýggjum fyri 2008. Semjan millum strandarlondini frá 25. oktober kundi sostatt verið rættað samsvarandi nýggju framskrivingunum hjá ICES, tá ið londini møtast aftur í London næstu viku til NEAFC ársfundin. Tá skal ein NEAFC regulering fyri sildafiskiskapin í altjóða sjógvi í 2008 eisini verða samtykt við grundarlagi í strandarlandasemjuni.
Landsstýrismaðurin heldur samstundis, at hetta málið gevur høvi at vísa á, at meðan framskrivingarnar hjá ICES eru eitt týðandi grundarlag fyri umsiting av fiskastovnum, liggur tann endaliga støðutakan til felags umsitingartiltøk altíð hjá politisku myndugleikunum.
“Tá tað snýr seg um ein felags fiskastovn, sum er so væl fyri sum norðhavssildin í dag, samstundis sum vit hava ein veiðusetning, ið er sera varin, so eigur tað at bera til at seta heildarkvotunua í eina fastari legu yvir fleiri ár. Soleiðis sleppa vit undan stórum sveiggjum frá einum ári til næsta, sum kunnu vera óheppin fyri vinnuna og búskapin sum heild. Vit eiga ikki at vera so bundin av fínrokningum á hvørjum ári, tá ið tað snýr seg um at áseta heildarkvotur, so leingi sum vit hava ein tryggan felags karm fyri langtíðarumsiting,” sigur Bjørn Kalsø.