17.11.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
FAO atlimaskapur: Føroyar verða sjónligari sum fiskivinnutjóð í alheimshøpi
Føroyskur atlimaskapur í matvøru- og landbúnaðarfelagsskapinum FAO hjá ST fer at seta Føroyar á heimskortið sum fiskivinnutjóð í nógv størri mun enn higartil. Hetta sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sum var á FAO fundinum í Rom í dag saman við løgmanni, tá ið formliga avgerðin varð tikin um at veita Føroyum atlimaskap.
Tað er serstakliga innan fiskivinnusamstarvið hjá FAO, at Føroyar skulu røkja sína nýggja støðu sum atlimur. Hetta samstarvið gevur atgongd til nógva vitan um alheims fiskivinnu, beinleiðis sambond við fiskivinnulond kring allan heim og møguleika at vera við til at menna felags meginreglur fyri burðardyggum fiskiskapi, handli við fiskavørum og aling.
Føroyar hava luttikið á fundunum í fiskivinnunevndini hjá FAO (COFI – Committee on Fisheries) tey seinastu árini við umboðan í donsku sendinevndini. Men í COFI eins og í øðrum millumlanda samstarvi um fiskivinnu tala umboð fyri ES nevndina í flestu førum vegna øll ES limalondini, harímillum eisini Danmark. Hetta hevur verið ein forðing fyri Føroyar, tí vit hava ikki kunnað gjørt vart við okkara sjónarmið og gjørt okkum kend sum fiskivinnutjóð í FAO høpi á nøktandi hátt.
Ein sjálvstøðug umboðan setir krøv til Føroyar at kanna og lýsa egin viðurskifti í sambandi við fiskivinnu á høgum fakligum støði. Sjálvstøðga umboðanin fer tí eisini at styrkja og menna umsiting, gransking og samskipan í Føroyum. Beinleiðis samskifti við fiskivinnudeildina hjá FAO fer eisini at geva føroyskum serfrøðingum nógv betri møguleikar at vera við í viðkomandi útgeiningararbeiði, sum FAO stendur fyri.
Bjørn Kalsø nýtti høvið í Rom at heilsa uppá stjóran á fiskivinnudeildini hjá FAO, Ichiro Nomura. Hann kennir væl til Føroyar, eisini frá fyrrverandi starvi sínum í heimlandinum, Japan, har ið hann hevur umboðað Japan í eitt nú IWC, tunfiskafelagsskapinum ICCAT og øðrum millumlanda samstarvi um fiskiveiðu (sí mynd).
“Nú vit hava fingið sjálvstøðuga umboðan í FAO, hevur tað alstóran týdning, at vit skipa okkum væl og tryggja og menna eitt virkið samstarv millum allar avvarðandi stovnar og serfrøði í Føroyum, bæði innan umsiting, gransking og vinnulív til tess at fáa sum mest burturúr”, sigur Bjørn Kalsø.
Luttøka Føroya í fiskivinnusamstarvinum hjá FAO verður samskipað av Fiskimálaráðnum í tøttum samstarvi við Løgmansskrivstovuna og onnur viðkomandi ráð og stovnar, eins og umboð fyri vinnuna. Ætlanin er at skipa ein serligan bólk til endamálið.
Næsti formligi fundurin í fiskivinnusamstarvinum hjá FAO, har Føroyar fara at luttaka við egnari sendinevnd, verður í COFI undirnevndini fyri handli við fiskavørum, sum hevur fund í Bremen, Týsklandi í juni 2008.
Sí eisini www.fao.org/fishery