13.08.2007 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Eygleiðaraskipanin hjá NAMMCO

Norðuratlantiska nevndin fyri havsúgdýr – NAMMCO - hevur havt eina eygleiðaraskipan fyri veiði av havsúgdýrum síðan 1998.

Limalondini í NAMMCO eru Føroyar, Ísland, Noreg og Grønland.

Endamálið við hesi eygleiðaraskipan er, at NAMMCO skal hava eitt amboð at kanna eftir um avgerðir, tiknar av nevndini, verða hildnar, og um veiðan fer fram sambært landsins lógum og reglum. Til hetta útnevnir NAMMCO eygleiðarar at hava eftirlit við veiði av havsúgdýrum í NAMMCO limalondum. Eygleiðarin letur NAMMCO eina frágreiðing um veiðina, og um brot eru framd, verður greitt frá hesum.

Í ár er avgjørt, at NAMMCO skal eygleiða grindadráp í Føroyum, og ein eygleiðari verður her í nakrar vikur í summar.

Í fjør kannaðu NAMMCO eygleiðarar hvalaveiði í Noreg og Grønlandi, og í fyrrárið var dentur lagdur á norska kópaveiði.

 

Sí eisini www.nammco.no