19.04.2013 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Evropanevndarlimurin í fiskivinnumálum givið Evropatinginum órættar upplýsingar um samráðingarnar um norðhavssild
Í brævi til Maria Damanaki Evropanevndarlimi, vísir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á sína misnøgd, at Damanaki hevur givið Evropatinginum órættar upplýsingar um trætuna um norðhavssild.
Í síni frágreiðing til Evropatingið um tilgongdina, ið endaði við eini ófullfíggjaðari strandarlandasemju um norðhavssild fyri 2013, greiddi Damanaki frá, at Føroyar vóru rýmdar av strandarlandafundinum ella “farnar frá borði”, sum hon málbar seg.
Føroyar fóru ongantíð av strandarlandafundinum. Tvørturímóti vórðu Føroyar hildnar uttanfyri samráðingarnar, tá ið hini fýra strandarlondini, íroknað ES, fóru úr fundarhølinum og hildu fram við samráðingunum aðrastaðni, uttan at bjóða Føroyum við.
Havandi í huga, at Føroyar eru eitt strandarland í mun til norðhavssild, er stigið hjá hinum fýra strandarlondunum, íroknað ES, at halda Føroyar uttanfyri samráðingarnar, ósambæriligt við altjóðalóg.
Í brævinum til Maria Damanaki sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, seg vóna, at ES viðurkennir týdningin tað hevur, at strandarlondini koma til sættis og semjast um eitt rættvíst býti millum øll strandarlondini.