22.02.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Enn ongin semja um fiskiskapin í Irmingarhavinum

Fundur var í farnu viku í London, har strandarlondini Føroyar, Ísland og Grønland hava roynt at fáa semju við Russland, Noreg og ES um fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum í 2011. Fundurin var framhald av fundi, sum var millum londini í januar.
Men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað at koma ásamt um, hvussu fiskiskapurin skal skipast í ár. Nýggjur fundur er avtalaður at verða í Reykjavík um hálvan mars.
Tað eru serliga trý mál, sum samráðingarnar nú snúgva seg um. Eitt er, hvussu ein møgulig heildarkvota skal býtast millum londini. Eitt annað er, um/hvussu heildarkvotan komandi árini skal setast, so hon verður í samsvar við vísindaligu ráðgevingina. Og tað triðja er, hvussu lond kunnu gera eftirlitskanningar av skipum úr øðrum londum, tá veiðan verður løgd upp.
 

Partarnir vóna, at komandi samráðingarumfar í Reykjavík verður tað seinasta í hesum umfarinum, so NEAFC kann gera eina samtykt um fiskiskapin í ár.