Miðalaldurin á ferjunum hjá Strandferðsluni er ov høgur, og tær lúka ikki nútímans krøv, hvørki til ferðafólk ella manning.
Landsstýrið hevur tí sett sær fyri, at strandfaraskipini skulu endurnýggjast, soleiðis at Strandferðslan fær tíðarhóskandi ferjur, til gagns fyri borgarar og vinnu.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verða játtaðar 3 mió. kr. til at gera neyðugar kanningar og at fyrireika eina endurnýggjan av strandfaraskipunum.
Ætlanin er eisini, at ferjurnar verða smíðaðar í Føroyum, í tann mun tað ber til, fyri at menna føroyska vinnu og serkunnleika.
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur: “Tað er sera umráðandi, at ferðasambandið er gott um alt landið, soleiðis at vit kunnu búgva, arbeiða og ferðast undir góðum og høgligum umstøðum kring allar Føroyar. Tí fegnist eg um, at gongd nú kemur á at endurnýggja skipaflotan hjá Strandferðsluni”.