11.03.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Eingin semja um makrelin

Tað eydnaðist ikki at fáa eina semju um makrelin í samráðingunum, sum hesa vikuna hava verið í Oslo millum strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg.
 
Samráðingarnar vístu, at enn er ov langt millum partarnar til at finna eina loysn. Tað, ið skilir, er spurningurin um, hvussu heildarkvotan av makrelinum skal býtast millum londini.
 
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnu- og uttanríkismálum, sigur, at hann nú fer at tosa við føroysku samráðingarfólkini, sum vóru við í Oslo, og umhugsa støðuna, og hvørji stig Føroyar skulu taka.
 
Landsstýrismaðurin staðfestir, at hini londini longu hava sett sær egnar kvotur í 2011, og at hesar samanlagdar eru væl omanfyri tað, sum ICES metir er ráðiligt at fiska av makreli í 2011.