21.01.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Eingin semja um fiskiskapin í Irmingarhavinum

Fundur hevur hesa vikuna verið í London, har strandarlondini Føroyar, Ísland og Grønland hava roynt at fáa semju við Russland, Noreg og ES um fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum í 2011.


Men heldur ikki hesaferð fekst nøkur semja. Nýggjur fundur er avtalaður at verða um hálvan februar.