05.05.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Eingin endalig semja um býtið av rækjum á Grand Bank

Samráðingar um býtið av rækjum í NAFO øki 3L (Grand Bank) og eina nýggja kvotuskipan fyri rækjufiskiskapin á NAFO øki 3M (Flemish Kap) endaðu fríggjadagin (2. mai) í Montreal uttan semju. Eftir viðgerðina á eykafundinum í fiskivinnunevndini hjá NAFO í Montreal er tað vorðið greitt, at tað framvegis er langt ímillum londini um, hvussu hesar ósemjur kunnu loysast.
 
Fundurin í Montreal var tó fyrstu ferð, at føroyska kravið um ein størri part av rækjum á 3L (Grand Bank) hevur fingið eina veruliga viðgerð í NAFO. Viðgerðin higartil hevur mest verið sínámillum millum Føroyar og Kanada. Flestu limalondini í NAFO hava nú viðurkent, at Føroyar hava eitt rættvíst grundarlag at krevja størri part av rækjukvotuni. Áhaldandi ósemjan snýr seg tí um, hvussu nógv Føroyar skulu hava.
 
  • Rækjur á NAFO øki 3L / Grand Bank
 
Føroyar hava tey seinastu árini mótmælt býtinum av rækjum millum limalondini á NAFO øki 3L, tí skipanin tekur hvørki atlit at søguligum fiskiskapi ella veruligum áhuga at fiska rækjur. Grundað á hetta mótmælið hava Føroyar sett sær sína egnu kvotu sambært NAFO reglum við støði í samtyktu heildarkvotuni.
 
Verandi býtið varð fyrstu ferð samtykt í 1999 sum ein fyribils skipan galdandi fyri 2000 og 2001, men hevur verið endurtikið øll árini síðani. Sambært skipanini fær Kanada 83% av heildarkvotuni at fiska í kanadiskum sjógvi, og 17% verða býtt javnt millum øll hini NAFO limalondini í fiskivinnunevndini [1] at fiska í altjóða partinum av 3L økinum. 
 
Føroyska kravið, sum hevur verið grundarlagið fyri ásettu autonomu kvotuni [2] síðan 2003, byggir á fiskiskapin í 1993, umframt atlit at gransking og eftirliti á økinum.
 
Føroyar hava fyrr roynt at fáa undirtøku fyri uppskotum um øðrvísi býti í 3L. Bæði í 2002 og í 2005, tá ið heildarkvotan varð hækkað, royndu Føroyar at fáa undirtøku fyri einum uppskoti um at nýta hækkingina í heildarkvotuni sum grundarlag fyri at loysa trætumálið. Hesi uppskotini vóru ætlað at geva Føroyum størsta partin av hækkingini, samstundis sum onnur lond ikki skuldu lata burturav kvotunum, sum tey høvdu frammanundan.
 
Sama mannagongd varð roynd aftur í Montreal, har Føroyar løgdu fram uppskot um at nýta eina kvotuhækking frá 25.000 til 30.000 at rætta býtið til fyrimunar fyri Føroyar, tó uttan at onnur lond noyddust at fara niður í tonsum saman borið við verandi kvotur. Undirtøka var ikki fyri føroyska uppskotinum.
 
Noreg gjørdi eina roynd at finna eina semju. Í uppskoti frá Noreg varð mælt til at hækka heildarkvotuna frá 25.000 tonsum til 26.000 tons, og at Føroyar fingu alla hækkingina. Fleiri lond tóktust vera hugað at taka undir við hesum uppskotinum, men Føroyar góðtóku ikki hesa loysnina.
 
Galdandi skipan og heildarkvotan á 25.000 tonsum av rækjum í 3L halda tí áfram í 2008. Føroyar hava longu mótmælt hesum fyri 2008 og hava sett sær egna kvotu upp á 2.584 tons.
 
  • Rækjur á NAFO øki 3M /Flemish Kap
 
Skipanin fyri umsiting av rækjufiskiskapinum í NAFO øki 3M (Flemish Kap) var eisini til viðgerðar á eykafundinum í Montreal. Endamálið var at broyta verandi skipan við døgum til eina kvotuskipan. Ísland hevur mótmælt dagaskipanini innan NAFO, síðani hon varð samtykt í 1995 og hevur sett sær egna kvotu á hvørjum ári síðani 1997. Undir verandi skipan hava Føroyar 1606 dagar um árið at fiska rækjur á Flemish Kap.
 
Eingin semja fekst í lag í Montreal, tí stór ósemja er um, hvat grundarlagið undir eini kvotuskipan skal verða. Verandi skipan við døgum byggir á fiskiskapin árini 1993-1995. Nøkur lond, harímillum Føroyar, halda, at í eini møguligari kvotuskipan skulu atlit takast at fiskiskapinum tey fyrstu árini eins og í verandi skipan, meðan onnur lond, serliga ES, halda, at bert tey seinastu árini skulu telja við. Í hesum sambandi kann verða lagt afturat, at á henda hátt fær ES nógv mest í sín part, tí serliga tey baltisku londini hava verið meiri áhaldandi at fiska rækjur á Flemish Cap tey seinastu árini.
 
.............
 
Umsitingin av rækjufiskiskapinum á Grand Bank og Flemish Kap verður aftur á skránni á ársfundinum í september 2008, tá ið vanligt er at samtykkja skipanir fyri komandi árið. Tað er ikki sannlíkt, at nøkur nýggj roynd verður gjørd í bræði at taka samráðingarnar upp aftur um eina kvotuskipan á Flemish Kap. Heldur ikki er nakað avtalað á embætismannastigi um at taka samráðingar upp aftur um broytingar av býtinum av rækjum á Grand Bank.
 
Í sendinevndini fyri Føroyar vóru Kate Sanderson (samráðingarleiðari) og Andras Kristiansen, Fiski- og tilfeingismálaráðið, Meinhard Gaardlykke, Fiskiveiðieftirlitið og Jóhan Joensen, Felagið Rækjuskip.
 
 
Fiski- og tilfeingismálaráðið
5. mai 2008


[1] Limalondini í NAFO eru: Føroyar og Grønland undir einum undir heitinum Danmark, Kanada, ES, USA, Ísland, Noreg, Russland, Ukreina, Frakland (St Pierre og Miquelon), Japan, Korea og Kuba.
[2] Sambært reglunum hjá NAFO kunnu limalond mótmæla eini samtykt og verða tá ikki bundin av samtyktini. Síðani áseta tey sær sína egnu kvotu við støði í sínum egna kravi. Hetta verður kallað tann autonoma kvotan.