FISKIVINNUNÝSKIPAN: Við nýggju fiskivinnunýskipanini verður staðfest, at eingin privatur ognarrættur verður til fiskatilfeingið.
Undir heitinum “Ein nýggj og varandi skipan” legði landsstýrið seinnapartin sína fiskivinnunýskipan fram á tíðindafundi í Tinganesi. Millum aðalmálini við nýggju fiskivinnunýskipanini eru:
- At eingin privatur ognarrættur verður til fiskatilfeingið
- At kapping verður um at økja um virðið á tilfeinginum
- Møguleikar hjá øllum fólki í landinum
- At sosial og samfelagslig atlit verða tikin
Á tíðindafundinum legði Aksel V. Johannesen, løgmaður, dent á, at uppskotið hjá landsstýrinum er semjusøkjandi. Hann helt, at talan var um eitt uppskot við einari góðari javnvág millum neyðuga stabilitetin og neyðuga dynamikkin.
”Í tilgongdini hava vit tikið fleiri lutir við okkum frá ymiskum pørtum, bæði frá hoyringum og frá samráðingum, ið vit hava mett hava verið skilagóð íkast. Tað skal vera mín vón, nú vit leggja okkara uppskot fram, at vit fáa eitt lívligt, men virðiligt orðaskifti um okkara høvuðsvinnu,” segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum, helt fyri, at føroyskur politikkur er í einari spennandi legu.
”Hetta eru spennandi dagar í føroyskum politikki. Í dag leggja vit okkara fiskivinnunýskipan fram, og í morgin fara vit at skifta orð um heilsunýskipanina. Fyri okkum eru nýskipanirnar eitt aðalmál,” segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis – og vinnumálum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísti á, at talan er um ein søguligan møguleika at finna eina breiða semju um okkara høvuðsvinnu.
“Vit hava ein møguleika, ið neyvan kemur aftur í okkara tíð. Ein nýggj skipan, har alt samfelagið kann vinna og øll fáa munandi meira burturúr og nýggjar møguleikar. Tað veldst nú um okkum, um vit megna at fremja broytingina og sannføra føroyingar um, at hetta verður til gagns fyri okkum øll,” segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Framløgan frá tíðindafundinum kann síggjast her.
Uppskotið, ið er sent til hoyringar, kann lesast her.
Tíðindafundurin sæst niðanfyri.