26.09.2011 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Ein leið vestur úr Mykinesi verður nú friðað fyri øllum vinnuligum fiskiskapi
Sum ein liður í tiltøkum at verja toskin á landgrunninum vórðu leiðirnar inni við land friðaðar fyri línu fyrr í ár. Harumframt er ein leið eystur úr Fugloynni og ein leið á Mýlingsgrunninum friðað fyri øllum vinnuligum fiskiskapi.
Nú verður so eisini ein leið vestur úr Mykinesi friðað fyri øllum vinnuligum fiskiskapi.
Grundgevingarnar eru m.a., at í seinastuni er staðfest, at nógvur smáfiskur hevur verið í økinum. Fiskiveiðieftirlitið hevur fleiri ferðir lýst bráðfeingis veiðibann á leiðini. Harafturat hevur Havstovan í seinastu tilmælum sínum víst á, at stovnurin av toski á landgrunninum er illa fyri. Eftir at tilgongdin hevur verið vánalig fleiri ár á rað, er ein yvir miðal árgangur (2008) á veg, og stovnurin er tískil í vøkstri. Havstovan heldur, at tað er umráðandi, at hesin smáfiskurin fær frið at seta til, og at smáfiskaleiðir í størst møguligan mun verða friðaðar fyri fiskiskapi.
Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er greiður yvir, at friðingin kann raka húkaflotan. Men hann vísir samstundis á, at sum frá líður fer friðingin vónandi at gera sítt til, at toskastovnurin verður betri fyri, og at hetta sum frá líður kann hava gagnliga ávirkan á fiskiskapin.
Landsstýrismaðurin vísir samstundis á, at umboð fyri nevndir og feløg hava víst á, at slík stig eru neyðug at taka. Dømi um slík umboð eru Fiskidaganevndin, Reiðarafelagið, Ráfiskakeyparafelagið eins og politisk umboð úr samgongu og andstøðu.