19.02.2008 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Býtið av málsøkjum

Landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum umsitur bjarging, brunaumsjón, búnaðarmál, fiskirannsóknir og - gransking, fiskiveiðieftirlit, fiskivinnumál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, hægri fyriskipaðan tilfeingispolitikk og koncessiónsmál, jarðfrøði, lønjavning fiskimanna, neyð, oljumál, orkumál, sjóvinnumál (tó ikki FAS), tilbúgving og trygd.

Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

  1. Búnaðarstovan
  2. Fiski- og tilfeingismálaráðið
  3. Fiskirannsóknarstovan
  4. Fiskiveiðieftirlitið
  5. Jarðfeingi
  6. Skipaeftirlitið
  7. Tilbúgvingarstovnur Føroya
  8. Trygdarmiðstøðin