12.06.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Brunalógin

Tvær broytingar eru gjørdar í løgtingslóg um eldsbruna o.a., sum komu í gildi tann 23. mai 2009: (Ll. nr. 46 frá 11. mai 2009)


1. Nágreining av heimildini hjá Brunaumsjón landsins at seta nýtslubann í sambandi við, at sýn verður framt av bygningi ella mannverki. Endamálið við broytingini er at staðfesta, at tað er heimild at seta nýtslubann, um so er, at tað fyriliggja viðurskifti, sum kunnu elva til serligan vanda fyri brunatrygdina.


2. Staðfesting av, at kommunur, sum eru felags um eitt sløkkilið, kunnu avtala at hava felags brunanevnd.
 

http://kunngerdasavn.logir.fo/filusavn/Hefti%2012A-2009.pdf