10.12.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Broytt tíðarætlan fyri sínámillum samráðingar um fiskiveiðiavtalur
Sínámillum samráðingar um fiskiveiðiavtalur fyri 2010 millum Føroyar og ávikavist Noreg og ES, sum eftir ætlan skuldu verið í desember mánaði, eru fyribils útsettar.
Áhaldandi sínámillum samráðingar millum Noreg og ES og aðrir átrokandi fundir í desember er orsøkin til broyttu tíðarætlanina.
Samráðingarnar millum Føroyar og Noreg eru fluttar til januar 2010. Avgjørt er at leingja verandi avtalu millum londini, til samráðingarnar um eina avtalu fyri 2010 eftir ætlan verða avgreiddar í januar.
Samráðingarnar millum Føroyar og ES verða eisini fluttar til eftir ársskiftið.
Tíðarætlanin viðvíkjandi sínámillum samráðingum millum Føroyar og Russland er eisini broytt. Tað eydnaðist ikki at fáa semju um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2010 undir samráðingunum, sum vóru 30. november og 1. desember við Gjógv. Enn er ikki avgjørt endaliga, nær samráðingarnar verða tiknar uppaftur, men talan hevur verið um, at tað verður gjørt millum jól og nýggjár.