27.07.2009 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Broytt mannagongd í sambandi við fiskiloyvi í bólki 5
Í sambandi við at nýtt fiskiár tekur við frá 1. september 2009, skulu bátarnir í bólki 5 hava nýggj fiskiloyvi. Sambært § 6 í lógini um vinnuligan fiskiskap skal tann, ið ætlar sær at avreiða, søkja um fiskiloyvi.
Árini framman undan hevur Fiskivinnustovan sent bátaeigarum skriv við upplýsingum um lógarásettar treytir og upplýsingar um avreiðingarnøgd og –virði hjá hvørjum báti sær og umsóknarskjal um fiskiloyvi.
Henda mannagongd er nú broytt.
Ístaðin kann bátaeigari skriva sína umsókn her á staðnum og síðani senda Fiskivinnustovuni hana við vanligum posti ella sum faks/teldupost.
Í skjalinum leiðbeining eru upplýsingar um treytir fyri, hvussu fiskiloyvi verða flokkað millum 5A og 5B og upplýsingar annars í sambandi við, at søkt verður um fiskiloyvi.