Broytingar í kunngerðini um makrel sendar til ummælis
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot um broytingar í makrelkunngerðini til ummælis.
Føroyar, Bretland og Noreg skrivaðu nýliga undir semju um at skipa fiskiskapin eftir makreli í 2024. Í avtaluni fingu Føroyar eina kvotu upp á 98.708 tons.
Samstundis er avtalað, at Føroyar kunnu fiska 35 prosent av síni kvotu í bretskum sjógvi og 40 prosent í norskum sjógvi. Í 2024 er talan um 31.054 tons í bretskum sjógvi og 35.191 tons í norskum sjógvi.
Uppskotið, sum nú er sent til ummælis, staðfestir endaligu føroysku makrelkvotuna í 2024 og dagførir kvotutølini.
Harnæst er uppskot um, hvussu atgongdin at fiska makrel í bretskum sjógvi og norskum sjógvi verður skipað. Eftir uppskotinum er atgongdin býtt millum bólkar av fiskiførum í sama lutfalli sum í makrelbýtinum.
Avtalað er við Noreg, at í mesta lagi 12 føroysk skip kunnu royna eftir makreli í norskum sjógvi í senn. Tí er í uppskotinum til kunngerð ein áseting um, hvussu farið verður fram, um fleiri enn 12 føroysk skip søkja Vørn um loyvi at fiska makrel í norskum sjógvi.
Avtalan við Noreg er treytað av, at allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag.
Fyri at føroysk skip skulu kunna fara í norskan sjógv, er tí neyðugt at broyta kunngerðina um landing í Føroyum, so at makrelur, veiddur í norskum sjógvi, verður undantikin kravinum um landing og avreiðing í Føroyum.
Uppskotið um broytingar í makrelkunngerðini er til ummælis fram til 16. juli 2024, og møguligar viðmerkingar skulu sendast til fisk@fisk.fo í seinasta lagi 16. juli 2024.
Uppskotið er tøkt her á síðuni undir "Uppskot til ummælis".