21.09.2012 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Broytingar í felagskvotunum eftir makreli koma í gildi á midnátt
Sum áður boðað frá verða allar avmarkingar millum skipabólkarnar og hámarkið fyri einstøk skip, sum fiska av felagskvotu av makreli, tikin burtur frá og við 22. september 2012. Við hesum fáa skip atgongd at fiska av felagskvotum av makreli, sum tey upprunaliga ikki høvdu atgongd til.
Í hesum sambandi verður mannagongdin viðvíkjandi fiskiloyvum henda:
1. Fiskifør, sum hava fingið útskrivað fiskiloyvi til at fiska av felagskvotu av makreli, sambært grein 3, stk. 3 – 10 í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2012, nýtast ikki at fáa nýtt fiskiloyvi útskrivað. Útskrivaða fiskiloyvið gevur frá 22. september 2012 rætt til at fiska makrel av eini felagskvotu upp á 70.075 tons, tó so, at tað, sum til og við 21. september er fiskað av felagskvotunum, verður roknað frá.
2. Skip, sum hava fiskiloyvi til at fiska makrel av eginkvotu og ikki framman undan hava fiskiloyvi til at fiska av eini felagskvotu (nótaskipini), skulu søkja Fiskimálaráðið um nýtt fiskiloyvi, fyri at fáa atgongd at fiska av felagskvotuni av makreli.
Fiskiskapurin eftir felagskvotuni av makreli verður steðgaður, tá felagskvotan á 70.075 tons er uppfiskað. Sambært upplýsingum frá Fiskiveiðieftirlitinum eru 32.350 tons veidd av felagskvotuni inntil nú. Sostatt íresta 37.725 tons av felagskvotuni.